Fíggjarnevndin fund í morgin

Fíggjarnevndin fund í morgin
Fíggjarnevndin skal loksins hava fund í morgin fyrrapart
Ruth Vang er forkvinna í Fíggjarnevndini, men tað er hon kanska ikki eftir nevndarfundin í morgin
Mynd: savnsmynd  
 
24.01.2019 - 15:04

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur loksins fund í morgin.

Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum er boðað til fundar í nevndini klokkan 10 fyrrapartin, og á skránni er millum annað val av formanskapi.

Ruth Vang, forkvinna stendur til at fáa ein meiriluta ímóti sær, tí síðani seinasta fund er Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og tí hevur samgongan ikki meirilutan longur, um hann velur at leggja saman við andstøðuni.

Løgtingið kemur annars ikki saman aftur fyrr enn fríggjadagin í næstu viku. 

Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, nú tað er greitt, at umvælingararbeiðið í tingsalinum ikki verður liðugt í dag kortini.

Útnorðurráðið hevur fund í næstu viku, og tá eru fleiri løgtingsfólk burturstødd.

Siðvenja er, at tingfundir verða ikki hildnir, meðan Útnorðurráðið fundast.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366