Akne er genetiskt

Akne er genetiskt
Húðsjúkan akne er knýtt at ávísum genum. Tað vísir stór kanning, sum granskarar úr fleiri evropeiskum londum hava gjørt
 
20.12.2018 - 09:35

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava granskarar gjørt genetiska kanning av, hvørji fólk fáa akne. Enska blaðið, The Guardian, skrivar, at granskarar nú hava víst á, at akne er genetiskt.

Akne er húðsjúka, sum kemur av, at hárrøturnar í húðini verða tiptar. Symptomini eru pirrur og døkkormar, ofta í andlitinum, sum í ringum førum kann elva til angist og tunglyndi hjá rakta persóninum.

Kanningin hyggur fyrst og fremst at, hvørji gen fólk hava til felags, sum eru illa rakt av akne, og vitanin kann brúkast at menna nýggja viðgerð.

Granskararnir kannaðu 27.000 fólk - nærum 6.000 av teimum vóru illa rakt av akne - og funnu út av, at genetisk frávik ávirka hárrøturnar, og at hesi ganga aftur hjá teimum, sum eru ringast rakt.

Genini ávirka skapi á hárrótunum, og tí halda granskararnir, at hesi gen gera av, um húðin hevur lyndi til at verða ávirkað av bakterium.

- Hetta er stórt stig á leiðini. Tá ið vit vita meir um genetisku orsøkirnar til akne, kunnu vit menna úrslitabetri viðgerð, sigur Jonathan Barker, húðlækni, sum er ein av granskarunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209