- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kannar nýggjar skúlar og ellisheim fyri lekar
Kannar nýggjar skúlar og ellisheim fyri lekar
Tórshavnar kommuna kannar í løtuni tríggjar stórar bygningar hjá kommununi
19.12.2018 - 11:44
Tórshavnar kommuna kannar í løtuni tríggjar stórar bygningar hjá kommununi.
Talan er um skúlarnar við Løgmannabreyt og á Argjahamri og Borðanesheimið.
Takið á øllum trimum bygningum er úr sama tilfari. Tað lekur, í øllum førum á Argjahamri.
Klædningurin á bygningunum verður eisini kannaður.
Tann eina kanningin er næstan liðug. Tað er kanningin, sum er gjørd á Argjahamri.
Marius Müller, deldarleiðari á Byggi- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um stórar umvælingar eru neyðugar, og hvussu nógv, tær fara at kosta.
Kanningarnar skulu gerast og viðgerast fyrst, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV