- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bohemian Rhapsody óvæntaða góða undirtøku
- Vit høvdu ikki væntað, at so nógv fólk fóru at koma í biograf og hyggja at filminum, sigur Jákup Eli Jacobsen, stjóri í størsta biografinum í landinum.
Undirtøkan fyri filminum um bretska rokkbólkin, Queen, hevur verið góð í Føroyum. Væl betri enn væntað varð frammanundan, sigur stjórin í Havnar Bio.
Higartil hava umleið 4.000 fólk sæð Bohemian Rhapsody í Havnar Bio. Nú hevur filmurin verið vístur í skjótt fimm vikur, og verður fyribils vístur til 12. desember.
10. hvør føroyingur sæð filmin
Tað er ikki bara í Havn, at fólk hava víst filminum um rokkbólkin, Queen, stóran áhuga. Tað sama hava fólk í Klaksvík eisini gjørt, upplýsir Atlantis.
Í Klaksvík vórðu 948 atgongumerki seld, tá filmurin Bohemian Rhapsody varð vístur har, upplýsir stjórin, Beinta Gregersen, fyri Kringvarpinum.
Hesin filmurin er kortini ikki sæddur eins nógv og Barbara. Ikki færri enn 17.000 fólk sóu filmin hjá Nils Malmros, ið er mest sæddi filmur í Føroyum nakrantíð.