- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sandoyartunnilin sæst aftur í fíggjarætlanini
Sandoyartunnilin sæst nú aftur í fíggjarætlanini hjá Sands kommunu.
Sands kommuna fyrireikar seg til framtíðina við føstum sambandi um Skopunarfjørð, og tí ger kommunan í ár íløgu í útstykking, og næsta ár verður skjøtul settur á at fyrireika nýggjan barnagarð í kommununi, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, í tíðindaskrivi.
Sands kommuna samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2019.
Skattaprosentið verður tað sama í 2019 sum í ár, 21 prosent.
Barnafrádrátturin verður eisini tann sami, 8.500 kr.
20 mió. kr. til rakstur í 2019
Raksturin í 2019 er mettur at kosta slakar 20 mió. kr.
Inntøkurnar eru mettar at verða 23 milliónir.
Íløgurnar verða góðar 2,1 millión.
Avlopið hjá Sands kommunu í 2019 verður 838.000 kr. sambært fíggjarætlanini.
Ætlanin er at gjalda niður langtíðarskuldina og brúka eina millión til hetta.
Skuldin niður
Langtíðarskuldin við ársenda 2019 verður tí 10,5 mió.kr.
Kommunan hevur í ár gjørt tilbúgvingarætlan fyri kommununa.
Arbeiðið at byggja høll til tilbúgvingina, - millum annað til sløkkiliðið, byrjar næsta ár.
Ætlanin er eisini gera íløgur á havnarlagnum. Skúrar skulu gerast, bátadráttur fyrireikast, og ábøtur gerast á ruskmóttøkuna.
Næsta ár verður komið so mikið ávegis við at leggja kloakkir í Sands kommunu, at einki spillvatn longur rennur í Sandsvatn.