Landsverk skal svara í dag

Landsverk skal svara í dag
Landsverk skal í dag geva Mentamálaráðnum frágreiðing um byggingina av Skúladeplinum í Marknagili.
 
19.11.2018 - 08:13

Landsverk skal í dag lata Mentamálaráðnum frágreiðingina um, hví tørvur er á eykajáttan til byggingina av Skúladeplinum í Marknagili.

23. oktober fekk Mentamálaráðið at vita, at tørvur fór at verða á eykajáttan til byggingina. 

Løgtingið viðgjørdi uppskotið um eykajáttan í næstseinastu viku.

Fíggjarnevndin fer á fundinum í dag at viðgerða uppskotið um at lata meira pening til byggingina.

Tørvur er 18,7 milliónum krónum, men væntast kann, at fleiri rokningar koma, og tí hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, biðið Landsverk koma við einari frágreiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331