- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jákup Thomsen byrjar inni
Síðsta venjingin hjá Føroyska fótbóltslandsliðnum undan UEFA Nations League dystinum móti Malta hevur júst verið.
Í taktisku venjingin hjá Lars Olsen var greið ábending um, at hann fer at gera tvær broytingar samanborið við dystin ímóti Aserbadjan.
René Shaki Joensen hevði leikbann ímóti Aserbadjan, hann byrjar ímóti Malta, og tað ger 20 ára gamli framherjin, Jákup Thomsen, eisini.
Vit vænta, at hesir ellivu fara at byrja inni fyri Føroyar.
Gunnar Nielsen
Gilli. R. Sørensen
Viljormur Davidsen
Rógvi Baldvinsson
Atli Gregersen
Sonni Ragnar Nattestad
Rene S. Joensen
Brandur Olsen
Hallur Hansson
Sølvi Vatnhamar
Jákup Thomsen
Malta og Føroyar spæla týsdagin klokkan 19.45. Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis.