- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brøður kunnu tryggja sær IM-norm
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær ein IM-norm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endar í Løkshøll í dag.
Høgni hevur tveir IM-normar higartil, og vinnur hann í dag gongur hann undir treytirnar at gerast meistari í talvi sum tann fjórði í røðini í Føroyum. Hinir eru John Rødgaard, John Arni Nilssen og Helgi Dam Ziska.
Rógvi Egilstoft Nielsen hevur ein IM-norm, og hann stendur seg við javnleiki í seinasta umfari í dag.
Til at gerast altjóða meistari í talvi eru tríggir IM-normar krav umframt eitt styrkital, sum í minsta lagi er 2400.
Rógvi hevur styrkitalið 2339, men stendur í løtuni til at ganga 25 ratingstig fram.
Høgni Egilstoft Nielsen fekk í summar kvinkað sítt styrkital upp í 2400.
Rógvi og Høgni telva báðir við svarta fólkinum í dag. Rógvi skal í holt við russiska stórmeistaran Aleksandr Karpatchev, og Høgni telvar ímóti stórmeistaranum úr Hvítarusslandi, Nikita Mairov.
Fyrstu leikirnir vóru fluttir nú klokkan tvey, og tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá Talvsambandinum, faroechess.com.