- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krøv verða nú sett duravørðum í náttarlívinum
Fólk, sum eru dømd fyri grov persónlig brotsverk, og fólk, sum eru kend í rúsevnisumhvørvinum og/ella fyri at brúka anabolsk steroidir, arbeiða sum duravørðar í náttarlívinum í Føroyum.
Dømi eru eisini um duravørðar, sum hava brúkt harðskap, tá teir hava tveitt fólk út.
Tað sigur fútaembætið í einum hoyringarskrivi til Vinnumálaráðið, sum skjýtur upp at broyta matstovulógina, millum annað um skeinkiloyvi.
Og Vinnumálaráðið hevur tikið hetta til eftirtektar.
Krøv verða nú sett til duravørðar.
Eingi krøv nú
Heilmild er ikki sum er at seta krøv um duravørðar.
Sambært lógaruppskotinum, sum var lagt fyri tingið fríggjadagin, skal Loyvisnevndin geva loyvi til at seta fólk í starv sum duravørður.
Tann, sum verður setur sum duravørður, skal vera minst 18 ár og myndugur, og ikki vera dømdur fyri revsiverd viðurskifti, sum kunnu gera, at starvið sum duravørður verður misnýtt.
Politiið fær við lógarbroytingini loyvi til at lata Loyvisnevndini upplýsingar um brotsverk móti lívi og likami, eisini kynslig brot, brot á narkotikalóggávuna, dopinglóggávuna, vápnalóggávuna og aðra lóggávu, sum er viðkomandi.