- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt føroyskt met í svimjing
Nýtt føroyskt met í svimjing
Suðuroyar svimjifelag hevur sett nýtt føroyskt met
Mynd: Lis Gøthe í Jákupsstovu
07.10.2018 - 09:55
Nýtt føroyskt met er sett í fýra ferðir 50 metrar blandaðari svimjing hjá monnum.
Hetta hendi í gjár, tá Suðuroyar svimjifelag vann gull á Ægir open-kappingini í Klaksvík.
Tíðin hjá teimum var 1 minuttur, 50 sekund og 89 hundraðpartar. Teir skavaðu sostatt 11 hundraðpartar av gamla metinum, sum teir sjálvir settu í mars mánaði í ár.
Teir, ið svumu fyri Susvim:
Bartal Debess | Rygg | 29.38 |
Rani Jacobsen | Bringa | 31.30 |
Róland Toftum | Firvald | 25.43 |
Rói Bech | Frí | 24.74 |
Í dag verður aftur kappast í svimjihøllini í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 13.30.
Nýggjastu sendingar í ÚV