- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Ein 29 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfongslaður i fýra vikur, tí hann skal hava stungið ein mann við saksi.
27.08.2018 - 13:25
Ein 29 ára gamal maður varð í grundalógaravhoyring í Føroya rætti í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Maðurin varð tikin í gjáramorgunin, tí hann skal hava stungið ein tilkomnan mann í hálsin við einum saksi
Tað hendi í Havn stutt eftir klokkan seks sunnumorgunin.
Maðurin, sum varð stungin, liggur á Landssjúkrahúsinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV