Føroyar javnaðu í yvirtíðini

Føroyar javnaðu í yvirtíðini
Føroyska U17-landsliðið í fótbólti spælir í hesum døgum NM-kapping í Føroyum. Í dag spældu Føroyar móti Kina, sum annars lógu á odda allan dystin.
Bergur Jákupsson Poulsen javnaði í yvirtíðini.
Mynd: FSF Varpið  
 
09.08.2018 - 16:53

Føroyska U17-landsliðið megnaði at spæla javnt, tá teir tóku móti Kina á Tórsvølli fyri løtu síðani.

Talan er um dyst í NM-kappingini fyri U17-landslið hjá monnum. Kina er við sum gestaluttakari, tað sama er Norðurírland.

Føroyar, ið frammanundan hava tapt allar sínar dystir, stríddist móti einum væl upplagdum kineskum liði. Føroyska verjan stóð væl, men Kina legði seg á odda í øðrum hálvleiki. 

Stutt fyri leiklok skora føroyingar, tá Bergur Jákupsson Poulsen heldur brádliga stútar bóltin í málið eftir eitt hornaspark.

Hetta merkir samstundis, at Føroyar blíva nummar trý í bólkinum. Føroyar skulu tí spæla um fimta plássið. Tað verður leygardagin móti Svøríki á Tórsvølli.

Málið sæst í stroymingini hjá FSF Varpinum niðanfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519