- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Dómur fallin í stórum hassj-máli

Í gjár fall dómur í einum stórum máli um hassj í Grønlandi.
Grønlendska kringvarpið, KNR, skýrir hetta at vera eitt av størstu og mest rúgvusmiklu málunum um smugling av hassji.
Tilsamans umleið 63 kilo av hassji.
Seks menn fingu dóm í fylkisrættinum í Grønlandi. Ein maður varð dømdur fimm ár og átta mánaðar-revsing fyri at hava smuglað hassj, framt harðskap og hótt fólk. Hinir fimm fingu allir fimm ára revsing.
Í øllum seks førunum hevur løgreglan lagt hald á størri peningapphæddir eisini.
Ein kvinna er eisini dømd í málinum. Hon trý ár og níggju-mánaðar revsing fyri at hava hjálpt til at smugla smá 30 kilo av hassji.
Dómarin legði dent á, a talan var um skipaðan kriminalitet.
Tey sjey dømdu í málinum hava ikki tikið støðu til enn, um tey kæra dómin, sigur altso grønlendska kringvarpið. Tey hava tvær vikur at taka støðu til tað.
