Tøk lestrarpláss á Setrinum

Tøk lestrarpláss á Setrinum
Fram til 16. august ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Mynd: Setur.fo  
 
06.08.2018 - 15:31

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar. Tað ræður um at skunda sær, sigur Fróðskaparsetrið á heimasíðuni, tí tann, ið søkir fyrst, fær fyrst bjóðað lestrarpláss.

Tøku bachelor-útbúgvingarnar eru í føroyskum, í søgu, samfelagsvísindum, havlívfrøði, mýlalívsvísindum og vistfrøði. Tøk hjánám eru í føroyskum, politikki og umsiting, sosialvísindum og samfelagsfrøði og søgu. 

Harumframt eru eisini tøk lestrarpláss á fleiri masterútbúgvingum: Tað er í søgu, politikki og umsiting, sosialvísindum, løgfrøði og heilsuvísindum.

Alt hetta fæst meira at vita um á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805