Fiskimálaráðið staðfest avgerðina hjá Vørn

Fiskimálaráðið staðfest avgerðina hjá Vørn
P/f Kósin fekk ikki viðhald í kæruni um, at hollendsku eigararnir ikki sleppa at hækka partapeningin í felagnum
 
03.08.2018 - 14:44

Fiskimálaráðið hevur í gjár staðfest avgerðina hjá Vørn um, at útlendsku eigararnir ikki sleppa at hækka partapeningin í P/f Kósini

Tann 19. mars í ár kærdi P/f Kósin at Vørn noktaði P/f Kósini at hækka partapeningin soleiðis, at allir eigarar - eisini útlendsku eigararnir í P/f Kósini hækkaðu sín partapening.

Endamálið er útbygging av Kósini, sum longu er farin í gongd, sambært kæruskrivinum.

Kærarin leggur dent á, at útlendski eigaraluturin ikki hækkar lutfalsliga, og at tað tí ikki eigur at vera ein trupulleiki, tá lógin um fyrisiting av sjófeingi einki sigur um kapitalhækking í verandi partafeløgunum, og eigaraluturin hjá útlendska eigaranum ikki fer uppum ein triðjing.

Sambært grein 9 stk. 3 í lógini um fyrisiting av sjófeingi, kunnu feløg við útlendskum eigaraskapi, ið eru í vinnuni, tá lógin kemur í gildi, halda fram til 2024 við ávísum treytum. Vørn metti í síni niðurstøðu frá 16. mars, at endamálið við lógini er, at eingin nýggjur útlendskur eigarpartur skal vera í føroyskum fiskiførum frá tí degi, at lógin kemur í gildi, og skilir sostatt ikki ímillum, um hækkingin av partapeninginum er lutfalsliga tað sama ella ikki. 

Fiskimálaráðið staðfestir niðurstøðuna hjá Vørn og sigur í síni niðurstøðu millum annað: 

"Endamálið við grein 9 er at geva útlendingum eitt hóskandi tíðarskeið at enda síni fíggjarligu viðurskifti í feløgum, sum bjóða upp á rættindi at veiða, hava ræði á rættindum at veiða ella gagnnýta rættidi at veiða aftaná gildiskomu lógarinnar, og ikki at økja um hesa. Vísast kann sum dømi til s. 30 í teimum generellu viðmerkingunum, har greitt stendur, at ein seks ára skiftistíð verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur." 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805