Umhugsa at fáa Brimil at hjálpa

Umhugsa at fáa Brimil at hjálpa
Brimil liggur enn í Nólsoyarfirði og bíðar eftir endaligum boðum
Bæði Pressarin og Samson hava roynt at fáa skipið leyst, tó til fánýtis
Mynd: Heini Gaard  
 
25.06.2018 - 00:49

Sambært Boga Nielsen, stjóra á Faroe Ship, sum hevur chartrað Perseus, so er ætlanin, at Brimil skal royna at sleipa Perseus leysan av grótkastinum. Samson og Pressarin hava roynt í ein tíma, tó uttan at skipið hevur flutt seg nevnivert.

Í og við at talan er um eitt chartrað skip, so eigur reiðaríið endaliga orðið.

Kringvarpið hevur tosað við løgreglu, MRCC og Tórshavnar havn fyri løtu síðani, og eingin visti enn at siga, nær hendan royndin verður gjørd.

Hann veksur vindin næstu tímarnar og tað ger ikki arbeiðið lættari.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109