- Tíðindi, mentan og ítróttur
Síðsti møguleiki hjá svimjarum at kvalifisera seg
Pálshøll hýsir 40 kappingum um vikuskiftið, har tríggir finalupartar eru. Luttakarnar, ið kappast, hava seinastu 12 mánaðirnar klárað bronsunálatíð í minst eini grein á stuttgeil ella langgeil.
Svimja móti kravtíðunum til størru kappingarnar
Svimjarnir kappast sjálvsagt sína millum, men eisini kappast teir fyri at fáa kravtíðina til størru kappingarnar uttanlands. Eitt nú verður svomið fram móti at sleppa til NMU, sum er norðurlendsk meistaskap fyri Ung, sum verður í Rika í juni. Eisini verður svomið móti at sleppa við í EJM í Finnlandi, sum er norðurlendsk kapping fyri tey, ið eru eitt sindur eldri. Harafturat verður eisini svomið eftir at sleppa til EM, sum verður í Glasgow.
Fleiri hava longu kvalifisera seg
Um vikuskiftið er seinastu møguleiki hjá svimjarunum at kvalifisera seg til størru kappingarnar. Fleiri av svimjarunum hava longu kvalifisera seg til størru kappingarnar. Í gjár megnaði ein afturat at koma uppá listan við kravtíðum til kappingar uttanlands. Tað var Martin V. Sivertsen úr svimjifelagnum Ægir. Hann er nú ein teirra, ið hevur svomið kravtíðina til NMU.
Sí yvirlit yvir tey, ið hava svomið kravtíðina til størri kappingar her.