Televeitarar átalu fyri lógarbrot ikki meldaðir tó

Televeitarar átalu fyri lógarbrot ikki meldaðir tó
Upplýsingar um kredittkeyp vóru ikki við í lýsingum, sigur Brúkaraumboðið
Allar upplýsingar skulu vera í lýsingunum, tá til dømis telefonir verða seldar upp á borg.
 
03.06.2018 - 15:45

Bæði Føroya Tele og Hey hava fingið átalu frá Brúkaraumboðnum fyri at brota lógina um marknaðarføring.

Men televeitararnir verða ikki meldaðir til fútan, tí teir hava játtað at halda ásetingina um kredittkeyp í lógini. 

Brúkaraumboðið hevur mint Føroya Tele og Hey á at gera sær størri ómak, tá feløgini lýsa við møguleikanum at keypa vørur við kredittkeypi.

Krøv til lýsingar, sum bjóða kredittkeyp, til dømis tá telefon skal keypast, eru eitt nú, at lýsingarnar skulu upplýsa kontantprísin, mánaðarliga prísin fyri telefonina, um rindað verður í smáum, kostnað fyri stovning og kostnað í alt. 

Hesar upplýsingar hava feløgini lýst við, men tvær upplýsingar hava ikki verið í lýsingum hjá báðum feløgunum, sigur Brúkaraumboðið. 

Tær upplýsingarnar eru um árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum og kredittútreiðslurnar.

Kredittútreiðslur eru tað, sum tað kostar at læna ávísa upphædd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946