- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metstórur áhugi fyri Tórshavn Marathon
- Tað koma næstan líka nógvir útlendingar sum føroyingar. Higartil eru yvir 300 útlendingar, sigur Herluf Jacobsen, sum er limur í Maratonbólkinum hjá Bragdinum, sum skipar fyri Atlantic Airways Tórshavn Marathon.
Útlendingarnir koma úr 28 ymiskum londum.
Fyri at ávirka ferðsluna sum minst, er marathonrenningin í ár flutt frá leygardegi til sunnudag.
Nógvir vegir verða stongdir frá 12.45 til klokkan 19.
Renningin fer sostatt at ávirka koyringina til og úr Kaldbak.
Til og úr Havnini verður koyrandi eftir Oyggjarvegnum.
Vegirnir millum Hoyvík og Kaldbak verða stongdir frá klokkan 13 til 19.
Ferðslan inni í Havnini millum Eysturbýin og Miðbýin verður eisini ávirkað av hesum, tí teinurin millum royndkoyringina á Hálsi og heilt oman til rundkoyringina við Skansan er stongdur í góðar tveir tímar, - frá kl. 12.45 til 14.30. Men Bragdið ger tvær slúsur so koyrandi er millum hesa býarpartar.