- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsuppskot lagt fyri partarnar á middegi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/8c7e6704109b3b460619512c3f9fb884.png?itok=bBGYfPxk)
Partarnir samráddust seinnapartin í gjár, og tá samráðingarfólkini hjá Maskinmeistarafelagnum og Lønardeildini fóru til hús, fóru semingsmenninir, Terje Sigurdsson og Símun Absalonsen, undir at orða eitt semingsuppskot, sum verður lagt fyri partarnar á middegi í dag.
Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið byrjaðu 12. mars, tá krøvini vórðu handað.
Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason.
Hesir sáttmálar fóru úr gildi 1. oktober í fjør.
Samráðingarnar bóru ikki á mál, so Semingsstovnurin varð boðsendur.
Hann hevur roynt at fáa partarnar at semjast, men tað bar ikki til, og nú verður eitt semingsuppskot gjørt.