- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingahavnin í Grønlandi takast niður
Í nógv ár var Nordafar í Føroyingahavnini inntøkugrundarlagið hjá nógvum føroyingum. Eingin hevur tó verið fast á staðnum seinastu 30 árini ella so. Tað sæst aftur, tí staðið er í ógvuliga ringum standi, sigur Erland Viberg Joensen, savnsvørður á Tjóðsavni Føroya.
Tað var ein bólkur frá Tjóðsavninum og Landsverk í Grønlandi í fjør og kannaði umstøðurnar á Nordafar støðini. Hóast høvuðstilmæli er, at standurin er so mikið vánaligur, at støðin skal takast niður, so mæla teir eisini til, at partar verða varðveittir, tí Føroyingahavnin hevur stóran søguligan týdning fyri føroyingar, og tað skulu vit eisini kunna vísa á, sigur Erland Viberg Joensen.
Uppruddingararbeiðið verður mett at kosta 23 milliónir krónur, og tann peningin fer føroyska landsstýrið nú at finna.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sigur, at fleiri føroysk landsstýri undan honum hava tosað um at rudda upp eftir okkum í Føroyingahavnini. Nú var eitt beinleiðis ynski frá grønlendsku myndugleikunum um at fara undir arbeiði, og tað varð eftirlíkað.