- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið útsett eina viku
Verkfallið útsett eina viku
Semingsstovnurin vil hava verkfallið hjá kommunulæknunum útsett
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/absalonsen.jpg?itok=9QsTMVIs)
Símun Absalonsen er semingsmaður saman við Terje Sigurðsson, sum í løtuni er burturstaddur
Mynd: savnsmynd
02.05.2018 - 15:40
Semingsstovnurin hevur avgjørt at útseta verkfallið, sum Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst at verða í morgin ári klokkan 8.
Fyrr í dag gjørdist greitt, at Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelagið eru rúkandi ósamd um, hvørjar heimildir Semingsstovnurin hevur á sáttmálaøkinum hjá kommunulæknunum.
Í tí sambandi gjørdi semingsmaðurin greitt, at slík ivamál eiga at verða greidd í Fasta Gerðarrættinum.
Samrøða verður við Símun Absalonsen, semingsmann í útvarpstíðindunum nú klokkan 16
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV