- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undantak fyri svartkjaft
Høgni Hoydal hevur sent eitt uppskot til hoyringar, um at broyta ásetingingina um at allur svartkjaftur skal landast um føroyskan bryggjukant, sum er ásett í kunngerðini um treytir fyri landing við meira í Føroyum.
Høgni Hoydal vil, at kravið um landing um føroyskan bryggjukant, skal takast av frá tí degi broytingin kemur í gildi og fram til 14. juni 2018.
Víst verður á, at í lógini um sjófeingi, sum Løgtingið júst hevur samtykt, er heimilda landsstýrismanninum at gera undantak frá kravinum um landing um føroyskan bryggjukant fyri ávís fiskasløg, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið
Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið stendur, at tørvur er á at gera undantak viðvíkjandi eitt nú svartkjaftinun vegna vantandi móttøkukapasitet av fiskinum í háárstíð.
Fiskimálaráðið skrivar, at fiskiskapurin eftir svartkjafti er nú í føroyskum sjógvi, so væntast kann, at túrarnir hjá skipunum verða styttri, samanborið við túrar á longri farleið. Við góðum fiskiskapi, fer hetta at leggja størri trýst á móttøkuna á landi.
Mett verður at hendan støðan er góð grundgeving fyri, at kravið um, at allar svartkjaftur skal verða landaður í Føroyum, kann verða endurskoðað og broytt.
Í tíðini, tá ið undantakið fyri landing er galdandi, er eisini galdandi undantak fyri krav um uppboðssølu av veiddum fiski.