Flogskiparar vrakaðu uppskot, semingin er slitnað

Flogskiparar vrakaðu uppskot, semingin er slitnað
Freistin at boða frá arbeiðssteðgi er 14 dagar frá á midnátt í kvøld
Flúgvingin er í vanda fyri at steðga fyrst í næsta mánað.
 
17.04.2018 - 06:59

Vandi er fyri, at flúgvingin hjá Atlantic Airways steðgar um tvær vikur.

Flogskipararnir vrakaðu í gjárkvøldið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar mánanáttina. Arbeiðsgevarafelagið góðtók uppskotið.

Sambært Vinnuhúsinum er Semingsstovnurin nú givin at royna at finna semja um nýggjan sáttmála.

Feløgini hava 14 daga freist at boða frá arbeiðsteðgi. Sambært Vinnuhúsinum kann ein møguligur arbeiðssteðgur byrja mikudagin 2. mai.

Semingsstovnurin varð boðsendur týsdagin í síðstu viku.

Semingsroynd byrjaði fríggjadagin 

Fríggjadagin varð farið undir semingsroynd.

Hon vardi til leygarmorgun klokkan fimm. Partarnir hittust aftur sunnudagin klokkan tvey.

Eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnar mánanáttina. Teir skuldu svara í gjárkvøldið klokkan tíggju, tá Flogskiparafelagið vrakaði uppskotið.

Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151