Avleiðingar av Brexit kannaðar

Avleiðingar av Brexit kannaðar
Tað sigur Poul Michelsen, landstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.
 
09.04.2018 - 12:38

Avleiðingar fyri Føroyar av Brexit, - tað er, tá Bretland fer úr ES, verða kannaðar bæði í Danmark og í Føroyum. Tað sigur Poul Michelsen, landstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.
  
Stutt eftir bretsku fólkaatkvøðuna um Brexit setti danska uttanríkisráðið seg í samband við Uttanríkis- og vinnumálaráðið í Føroyum og kunnaði um, at danska stjórnin hevði sett ein Brexit-bólk við umboðum fyri øll stjórnarráðini. 

Sagt varð, at Føroyar skuldi fáa kunning um arbeiðið hjá bólkinum. Samband hevur javnan verið millum Brexit-bólkarnar í Danmark og Føroyum.

Men munurin er, at Danmark er í ES og Føroyar ikki. So fyrireikingarnar í Føroyum eru ikki tær somu sum í Danmark.

Bólkurin í Danmark kannar, hvørjar avleiðingar Brexit fær fyri mál, sum ikki eru yvirtikin, og fyri mál har ES skipanir eisini umfata Føroyar. 

Hjá Føroyum ræður fyrst og fremst um at fáa eitt gott samstarv við Bretland eftir Brexit, ikki minst góð og trygg viðurskifti á handilsøkinum, og fáa fiskiflotanum góða atgongd í bretskan sjógv. 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið leiðir arbeiðið hjá Brexit-bólkinum, og fólk úr Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðum og sendifólkini í London og Brússel eru partur av Brexit-bólkinum. 

Poul Michelsen sigur, at sera torført er at siga nágreiniliga, hvussu nógv ársverk talan er um. 

Men mett verður, at talan er um hálvtannað ársverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519