Stríðskvinna deyð

Stríðskvinna deyð
Anti-apartheidstríðskvinnan, Winnie Mandela, er deyð, 81 ára gomul. Tað skriva fjølmiðlar í Suðurafrika
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
02.04.2018 - 18:31

Sambært familjuni, hevur Winnie Mandela hevur havt drúgva sjúkralegu og seinasta árið hevur hon fleiri ferðir verið innløgd á sjúkrahús.

Winnie Mandela, fødd Madikizela, var útbúgvin sosialráðgevi, og hitti mann sín í 1950.

Winnie Mandela var gift suðurafrikanska leiðarananum og forsetanum, Nelson Mandela, frá 1958 til 1996. Meginpartin av hjúnarlagnum livdu tey hvør sær, tí Nelson Mandela sat í fongsli frá 1963 til 1990.

Meðan Nelson Mandela sat í fongsli, gjørdist Winnie Manela ímyndin av mótstøðuni móti apartheidpolitikkinum í Suðurafrika.

Eftir at hava sitið 27 ár í fongsli, varð Nelson Mandela í 1990 latin leysur. 

Winnie Mandela var tá vorðin politisk byrða fyri hann, tí hon hevði framt fleiri brotsverk. Hon varð í 1991 dømd fongsulsrevsing, sum seinni varð broytt til bót.

Eftir valið í 1994 gjørdist Winnie Mandela mentamálaráðharri, men varð noydd at leggja frá, tí hon varð skuldsett fyri mutur. 

Hóast Nelson og Winnie í 1996 fóru hvør til sítt, varðveitti hon eftirnavnið hjá honum, skrivar YLE..

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519