Tveir fáa sín elddóp

Tveir fáa sín elddóp
Alex Mellemgaard og Patrik Johannesen eru fyri fyrstu ferð í byrjanaruppstillingini hjá A-landsliðnum
 
25.03.2018 - 15:09

Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur gjørt broytingar í hópinum til dystin móti Liktinstein í dag, samanborið við dystin móti Lettlandi hóskvøldið.

Framherjin, Patrik Johannesen, og vinstribakkurin, Alex Mellemgaard, byrja inni fyri fyrstu ferð.

Aðrar broytingar eru eisini. Odmær Færø kemur inn í miðverjuna fyri Sonna Ragnar Nattestad.

Rógvi Baldvinsson verður hesaferð at síggja á verjukenda miðvøllinum, samstundis sum Kaj Leo í Bartalsstovu hesaferð er millum teir fyrstu ellivu ístaðin fyri Brand Olsen.

Patrik Johannesen fer at spæla sum fremsti áleypari, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fluttur eitt sindur longur aftur sum hangandi áleypari.

Hesir ellivu byrja dystin móti Liktinstein

Gunnar Nielsen
Jónas Tór Næs
Atli Gregersen
Odmar Færø
Alex Mellemgaard
Rógvi Baldvinsson
Hallur Hansson
Gilli R. Sørensen
Jóan Símun Edmundsson
Kaj Leo í Bartalsstovu
Patrik Johannesen

Dysturin millum Føroyar og Liktenstein byrjar klokkan 17.00.

Hann kann síggjast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519