- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endurlýsa starvið á Undirvísingarstýrinum
Tá freistin at søkja starvið var farin, vóru fimm umsóknir komnar.
Einki verður sagt um, hví starvið verður lýst av nýggjum.
Undirvísingarstýrið er nýggj eind undir Mentamálaráðnm, og skal m.a. umsita fíggjarstýringina og tímajáttanina í fólkaskúlanum.
Sambært starvslýsingini er høvuðsuppgávan hjá stjóranum í Undirvísingarstýrinum at hava ábyrgdina av fyrisitingarligum rakstraruppgávum á undirvísingarøkinum, eisini yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og eftirlitið.
Talan er um 80 skúlar og stovnar, har játtanin er tilsamans umleið 900 mió. kr., og meiri enn helvtin verður beinleiðis verður stýrd fíggjarliga úr Undirvísingarstýrinum.
Freistin at søkja starvið sum stjóri í Undirvísingarstýrinum er 21. februar.
Studni verður í framtíðini eisini málsøki hjá Undirvísingarstýrinum.
Søkt hevur verið eftir leiðara til Studna.
20 umsóknir eru til starvið.