- Tíðindi, mentan og ítróttur
Langhylur útsettur
Byggingin av langhylinum í Gundadali í Havn er útsettur. Tað skriva Havnar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya á heimasíðuni svimjing.com, eftir at Tórshavnar Kommuna hevur kunnað tey um gongdina við verkætlanini.
Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa á kunningarfundinum, sum var tann 7. februar.
Á fundinum varð kunngjørt, at projekteringin av arkitekta-uppskotinum hjá SNA Arkitektum, ið varð kosið vinnari í december 2016 er útsett til at fara í gongd við árslok 2018.
Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrr enn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út.
Sambært nýggju tíðarætlanini verður helmingurin av kostnaðinum fyri svimjihylin síðan játtaður á fíggjarætlanini fyri 2020, sum so eisini verður árið, tá spakin verður settur í.
Hylurin verður eftir hesi ætlan liðugur seint í 2021; og um illa gongst tíðliga í 2022, skrivar svimjing.com
Annika Olsen, borgarstjóri váttar fyri útvarpinum, at ætlaninar at byggja langhylin eru útsettar. Vit fáa eina viðmerking frá henni seinni í dag.