- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meirilutin hevur nú meirilutan á Tvøroyri
Borgarstjórin Kristin Michelsen hevur mist vald á Tvøroyri, nú meiriluti er skipaður uttan borgarstjóran.
Tað hendi á býráðsfundinum á Tvøroyri í kvøld, har 25 áhoyrarar vóru.
Nýggi meirilutin, tað er Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen og Bjarni Hammer, vildi velja nevndirnar av nýggjum.
Tað skuldi eftir ætlan vera á býráðsfundinum tann 8. januar, men borgarstjórin útsetti fundin. Kristin Michelsen kundi kortini ikki bíða meira, tí býráðsfundur skal vera í januar, sambært kommunustýrislógini.
Eftir býráðsfundin í kvøld er nýggi meirilutin í meiraluta í øllum býráðsnevndunum. Tað er í fíggjarnevndini, vinnu- og havnanevndini, mentanarnevndini, trivnaðar- og umhvørvisnevndini, sosialu nevnd og teknisku nevnd.
Lutakast um sess í fíggjarnevndini
Minnilutin kundi annars fáa meirilutan í fíggjarnevndini, men nýggi meirilutin vann lutakastið.
Av tí, at borgarstjórin er altíð formaður í fíggjarnevndini, heldur Kristin Michelsen fram sum formaður í fíggjarnevndini. Nýggi meirilutin hevði Kristinu Roest í nevndini, og lutakast var um síðsta sessin. Minnilutin vísti á Anitu Vibergsdóttir, og meirilutin vísti á Bjarna Hammer.
Kommunustjórin, Hendrik Weihe Joensen, dróg navnið hjá Bjarna Hammer upp úr posanum, sum so eisini eigur pláss við borðið, tá fíggjarnevndin hevur fund á Tvøroyri.
Hóttir samgonguna
Í august í fjør sleit Kristina Roest býráðssamgonguna á Tvøroyri. Hon er vald á Kommunulistanum, sum er listin, sum Kristin Michelsen stovnaði beint fyri kommunuvalið í 2016.
Í desember skipaðu javnaðarumboðini á Tvøroyri og Kristina Roest meiriluta.
Kristin Michelsen, sum eisini er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, boðaði síðan løgmanni frá, at hann kennir seg ikki bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum.
Tað er so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við seg, sum Kristin Michelsen skrivaði í almennari fráboðan til løgmann.