Tíggju milliónir úr landskassanum til Oyggjaleikir

Tíggju milliónir úr landskassanum til Oyggjaleikir
Ítróttasambandið skal kunna vísa á fígggjarliga trygd í umsóknini um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya
Føroyar á Oyggjaleikum.
 
26.01.2018 - 12:43

Landið skal lata upp til tíggju milliónir krónur til Oyggjaleikir í Føroyum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur, at landsstýrið vil gera sítt til, at tað eydnast Føroyum aftur at hýsa Oyggjaleikunum. 

Men fyri at røkka hesum máli, er neyðugt, at Ítróttasamband Føroya gevur International Island Games Association eina  fráboðan, har víst verður á eina fíggjarliga trygd. 

Tí hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sent eitt lógaruppskot í hoyringar, sum ásetir, at landið veitir eina fíggjarliga trygd upp til tíggju milliónir krónur.

Føroyar hava eina ferð áður hýst Oyggjaleikunum. Tað var í 1989.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109