Mynstringin skal nú verða talgild. Lógin broytt

Mynstringin skal nú verða talgild. Lógin broytt
Mynstringarlógin frá 1988 byggir á brøv og gamla tøkni. Hon skal tí broytast.
Sjóvinnustýrið er mynstringarmyndugleiki.
 
23.01.2018 - 07:58

Umsitingin er broytt, og ikki minst er tøknin nógv broytt síðani 1988.

Tí er neyðugt at dagføra mynstringarlógina, heldur Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt uppskot um nýggja lóg. 

Uppskotið er sent til hoyringar. 

Galdandi lóg er frá 1988, og kunngerðin um mynstring er frá 1994.

Nýggja lógin broytir ikki grundleggjandi ta gomlu. Talan er heldur um dagføring. 

Sama skylda 

Sambært lógaruppskotinum verður skyldan at mynstra framvegis galdandi.

Vinnumálaráðið sigur, at galdandi lóg er frá eini tíð, tá samskiftið við myndugleikar var við vanligum brøvum. Ella varð tøkni brúkt, sum ikki longur verður brúkt.

Nýggja lógin byggir á talgilt samskifti. Lógin krevur, at mynstringarlistarnir verða talgildir.

Talgilda skipanin er longu tikin í brúk, men mynstringarmyndugleikin hevur onga lógarheimild at krevja, at hon verður brúkt.

Hana fær hann við nýggju lógini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946