- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólorka enn bíligari

Útlit eru eisini fyri, at prísurin fer at lækka við enn einari helvt næstu trý árini. Tað segði formaðurin í altjóða orkustovninum, IEA, Fatih Birol, tá hann herfyri helt fyrilestur fyri oljuvinnnuni í Noreg.
Kina er frammarlaga, tá talan er um sólorku, bæði at býta orkuna og at menna útgerð til orkuna. Kina ger nú 6 av 10 sólpanelum, sum verða framleidd, segði hann.
Hann legði dent á, at stóri áhugin fyri sólorku stavar frá, at hon er bílig, og ikki fyri at verja náttúruna.
Hann segði eisini, at sólorka nú er bíligasta orkukeldan í nøkrum londum.
Hann segði samstundis, at broytingar fara at henda. Millum annað fer USA at broyta seg frá at vera størsti innflytari av olju til at vera størsti útflytari av orku. Eingin ivi er um, at fremsta orkukeldan í framtíðini verður el.
Altjóða orkustovnurin sigur seg rokna við, at vindorka fer at mennast nógv, og hon kemur serliga frá vindmyllum sum standa í sjónum. Í 2030 verður vindorka størsta orkukeldan í Europa, roknar IEA við.
Hóast góð útlit eru fyri bæði sól- og vindorku, so siga serfrøðingar seg ikki ivast í, at brúk verður fyri hvørjum dropa av olju, sum er til taks, tí enn er langt á mál við øðrum orkukeldum, tá talan er um flutningsvinnuna.