- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæran hjá Betri verður framvegis kannað
Løgtingsins umboðsmaður viðger enn kæruna hjá Betri banka um Fíggjarmálaráðið.
Partarnir skulu hoyrast, áðrenn avgerð kann takast.
Viðgerðin er komin langt áleiðis, men hon er ikki liðug enn, sigur Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður.
P/f Betri banki kærdi 14.juli eina avgerð hjá Taks til Fíggjarmálaráðið.
Taks vildi ikki geva Betri banka innlit í kanningina hjá Bárði Larsen, advokati, sum kannaði lutin hjá Taks í skattamálinum hjá Eik banka.Betri banki, sum tá var Bankin kæ
Eik banki, varð heldur ikki hoyrdur, tá kanningin varð gjørd.
Bankin kærdi
Betri banki kærdi hesa avgerðina hjá Taks til Fíggjarmálaráðið, sum tó gav Taks fult viðhald.
Grundgevingin hjá Taks og Fíggjarmálaráðnum er tann, at Betri banki er ikki partur í málinum.
Hetta kundi Betri banki ikki góðtaka og kærdi tí til Løgtingsins umboðsmann.
Betri banki er partur í málinum, sigur bankin, tí skattaviðurskifti hjá Betri ella Eik eru viðgjørd í kanningini hjá Bárði Larsen.
Harafturat hevur Taks latið fútanum skattamálið.
Fútin ikki liðugur
Løgtingsins umboðsmaður kannar nú, um hetta er eitt mál, sum stovnurin kann ella eigur at viðgera.
Fútin hevur ikki enn avgjørt, um ákæruvaldið fer í rættin við Betri banka.
Taks gjørdi av at melda Betri banka fyri góðum trimum mánaðum síðani.
Tað var tilmælið hjá Bárði Larsen, advokatinum hjá Fíggjarmálaráðnum, sum kannaði málið.