- Tíðindi, mentan og ítróttur
377 fólk róku og drupu 48 springarar á Skálafjørði
377 fólk róku og drupu 48 springarar á Skálafjørði
Springararnir vórðu sæddir á Rituvík.
22.08.2017 - 09:18
48 springarar vórðu hildnir til í Skálafirði í gjárkvøldið.
Teir vórðu sæddir úr landi í Rituvík og væl gekk at reka.
Springarar verða ikki býttir í skinn, men eftir longd.
Teir 48 springararnir vóru 109,25 metrar, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
377 partar
Teir vórðu býttir millum tey, sum vóru við í drápinum.
Tey vóru nógv, 185 á landi og 192 í 64 bátum.
Seðlarnir komu út á midnátt.
Skálafjørður er fyribils góðkendur sum hvalvág.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV