Fyrsti fundur um samráðingar um eina viku

Fyrsti fundur um samráðingar um eina viku
Lønardeildin hittir fimm tey størstu fakfeløgini fyrst. Sáttmálarnir fara úr gildi 1.oktober.
Jan Mortensen skal nú fyri fyrstu ferð royna seg sum samráðingarleiðari hjá landinum., sum hevur sáttmálar við 29 fakfeløg.
 
21.08.2017 - 13:27

Mánadagin í næstu viku verður fyrsti fundurin í samráðingunum millum Lønardeildina og fakfeløgini, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Lønardeildin hevur sáttmálar við 29 fakfeløg og fleiri sáttmálar enn ein við nøkur teirra.

Sáttmálarnir fara úr gildi 1.oktober.

Jan Mortensen, stjóri í Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at fundir verða fyrst við størstu fakfeløgini.

Tey eru, umframt Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Akademikarafelagið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Partarnir hava ikki enn latið hvørjum krøvini um nýggjan sáttmála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209