Viðgera hoyringarsvar í næstu viku

Viðgera hoyringarsvar í næstu viku
Leiðandi ljósðmóðurin hevur biðið um innlit í ítøkiligu grundgevingarnar fyri uppsøgnini
 
20.08.2017 - 15:56

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum fer væntandi at viðgera hoyringarsvarið frá leiðandi ljósmóðurini á Landssjúkrahúsinum í komandi viku.

Leiðandi ljósðmóðurin fekk ætlanarskriv um uppsøgn tann 26. juli, og hon hevði freist at svara tann 9. august.

Í hoyringarsvarinum, sum var sent sjúkrahúsleiðsluni, biðja leiðandi ljósmóðurin og advokaturin um at fáa innlit í ítøkiligu grundgevingarnar fyri uppsøgnini.

Tað hava tey nú fingið, og freistin at svara innlitinum er í hesi vikuni.

Síðani fer leiðslan á Landssjúkrahúsinum at viðgera hoyringarsvarið og meta um, hvørt tað gevur høvi at broyta avgerðina um uppsøgn ella um leiðslan fer víðari við uppsagnarmálinum.

Talan er um eitt persónsmál, og tí vil hvørki advokaturin ella leiðslan á landssjúkrahúsinum viðmerkja orsøkirnar til ætlanarskrivið ella viðmerkingarnar frá leiðandi ljósmóðurini og advokatinum hjá henni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209