- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gullak Madsen triði størsti kvotueigari
Reiðariið hjá føroyinginum Gullaki Madsen, Ruth, í Hitshals er triði størsti kvotueigari í Danmark.
Tað stendur í einum lista, sum Greenpeace hevur gjørt.
Reiðaríið Ruth eigur góð tíggju prosent av kvotunum.
Flestar kvotur eigur Gitte Henning A/S, sum eigur 15 prosent. Tað er felagið hjá Henning Kjeldsen.
Harafturat koma 1,5 prosent, sum Nordstrand Fiskeri eigur.
Kona Henning Kjeldsen, Birthe Kjeldsen, eigur Nordstrand Fiskeri.
Astrid Fiskeri A/S, sum svenska holdingfelagið Astrid Fiske AB eigur, hevur 12,1 prosent av kvotunum í Danmark.
Á fjórða plássi er partsreiðaríið HG 333 Isafold, sum eigur 8,5 prosent av kvotunum.
Hesi fýra reiðaríini eiga sambært hesum góð 48 prosent av kvotunum í Danmark.
Fimm fólk eru meldað til løgregluna í sambandi við málið um fiskakvoturnar í Danmark.
Tað hendir, eftir at danska ríkisgrannskoðanin kom við einari frágreiðing, sum fanst hvassliga at danska Umhvørvis- og Matvørumálaráðnum, sum umsitur kvoturnar.
Frágreiðingin staðfestir, at sonevndir kvotubarónar hava havt frítt spæl síðani 2002, tá fólkatingið samtykti eina lóg, sum annars skuldi forða fyri, at kvotunar endaðu á fáum hondum.
Eisini er illgruni um skjalafalsan og strámannavirksemi, stendur í frágreiðingini hjá ríkisgrannskoðanin.