- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fosturtøka: Hugburðurin sum fyri 25 árum síðani
Fyri 25 árum síðani vóru líka nógv í Føroyum fyri fosturtøku sum nú. Men hetta talið fór nógv niður hesi 25 árini.
Ein kanning í Dimmalætting í 1992 vísti, at 30 prosent vóru fyri fríari fosturtøku.
Í 1998 hevði Dimmalætting aftur eina kanning.
Tá vóru 18 prosent fyri fríari fosturtøku.
Í 2002 vóru uppaftur færri fyri fríari fosturtøku, bara níggju prosent.
Tað segði ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri blaðið Fregnir.
Nú, í 2017, eru tey aftur uppi á 29 prosentum, tí sama sum í 1992.
Hetta sigur kanningin, sum Lóður gjørdi fyri Javnaðarflokkin í fólkatinginum.
Kanningin varð gjørd frá 14. til 25.juni i ár.
532 fólk í aldrinum 15 til 75 ár vórðu spurd í kanningini.