- Tíðindi, mentan og ítróttur
Statens Kunstfond keypt trý gipsverk
Listarverkini, talan er um, eru á framsýningini SPOR, sum er at síggja á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Listarverkini eru næstan hálvan triðja metur høg og næstan ein metur breið og eru stoypt í gipsi og jarni við restum av eitt nú pappi, grasi, leyvi, sniglasporum, blekki og klisturbandi.
Statens Kunstfond, skrivar soleiðis í grundgevingini fyri keypinum av listarverkunum:
”Tað er góðskan í framleiðsluni og tað listarliga talentið, ið er avgerandi fyri, um vit keypa eitt verk. Samstundis skulu innkeypini endurspegla eina breidd og fjølbroytni í samtíðarlistini, og verkini skullu kunna koma til sín rætt í almenna rúminum.
Framsýningin SPOR er opin hvønn dag til og við sunnudagin tann 20. august á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
SPOR hevur eisini verið sýnd í Listasavni Føroya í 2016.