- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðaleiðarar á skúlabonk í Vestmanna í vetur
Ferðaleiðarar á skúlabonk í Vestmanna í vetur
Nú ber til at søkja um at sleppa á ferðaleiðaraskeið í fiskvinnuskúlanum, miðnámi, í Vestmanna
13.08.2017 - 16:16
Nú ber til at søkja um upptøku á ferðaleiðaraskeiðnum í fiskvinnuskúlanum í Vestmanna.
Tí boðar Miðnám frá í dag.
Skeiðið byrjar 6. september og endar í mai 2018.
200 tímar
Skeiðið er 200 undirvísingartímar, har tveir triðingar eru ástøðilig undirvísing.
Seinasti triðingurin er er skipaður sum vistarskeið, vitjanir og túrar.
Jákup Andreasen, skúlastjóri í Vestmanna, sigur í fráboðanini, at tey hava merkt stóran áhuga fyri skeiðnum.
Umsóknarfreistin er mánadagin 28. august á middegi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV