- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verða færri bilar innfluttir
Nú verða færri bilar innfluttir
Higartil í ár eru 81 færri persónbilar innfluttir enn somu tíð í fjør
01.08.2017 - 09:30
Seinastu árini hevur stórur vøkstur verið í innflutninginum av akførum, men nú verða færri bilar innfluttir.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vóru 81 færri persónbilar innfluttir enn somu tíð í fjør, vísa hagtøl hjá Akstovuni-
Frá januar til juli vóru 1193 nýggir persónbilar fluttir inn. Somu tíð í fjør var talið 1274. Afturgongdin er góð seks prosent.
Tilsamans eru 52 færri akfør innflutt í ár enn í fjør, 1653 í ár og 1705 somu tíð í fjør.
Afturgongdin er góð trý prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV