- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykabýráðsfundur um Varðan Pelagic
Eykabýráðsfundur um Varðan Pelagic
Umsóknin at byggja virkið uppaftur á Tvøroyri kemur til viðgerðar minni enn eina viku eftir, at kommunan hevur fingið hana
01.08.2017 - 09:08
Fyrrapartin í morgin fer býráðið á Tvøroyri at viðgera umsóknina frá Varðanum Pelagic um loyvi at byggja uppsjóvarvirkið uppaftur.
Varðin Pelagic, sum brann í grund tann 9.juni, verður bygt aftur á sama stað.
Tvøroyar kommuna fekk 27.juli eina umsókn frá Varðanum Pelagic um byggiloyvi til nýggjan bygning, sum verður 11.400 fermetrar.
Og kommunan ger skjótt av, umsóknin er minni enn eina viku gomul, tá hon verður viðgjørd í býráðnum.
Eykabýráðsfundurin á Tvøroyri verður í morgin klokkan hálvgum tíggju.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV