Norðhavið selt aftur til Kollafjarðar

Norðhavið selt aftur til Kollafjarðar
Northwest Pelagic í Kollafirði hevur keypt Norðhavið aftur frá Ocean Group Faroes í Vági
 
27.07.2017 - 14:35

Uppsjóvarskipið Norðhavið er selt aftur Kollafjarðar.

Ocean Group Faroes í Vági keypti síðst í mai Norðhavið at fiska burtur av felags svartkjaftakvotuni.

Ocean Group Faroes hevði veiðiloyvi, sum varð flutt til Norðhavið.

Skipið varð tá keypt fyri 40,5 mió.kr. Nú er tað selt aftur fyri 39,5 mió. kr.

Northwest Pelagic í Kollafirði átti Norðhavið, sum kallaðist Atlantsfarið, meðan skipið var skrásett í Miðvági.

Fekk ikki veiðiloyvi

Northwest Pelagic í Kollafirði fekk ikki veiðiloyvi, tí eigaraviðurskiftini vóru ikki í lagi, sambært Fiskimálaráðnum.

Fiskimálaráðið sigur, at føroyingar høvdu ikki ræðið á skipinum. 

Northwest Pelagic leyk ikki treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um útlendskan kapital og føroyskan ræðisrætt.

Norðhavið fiskaði 1.088 tons av felagskvotuni av svartkjafti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209