- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gudstænastan og løgmansrøðan á stórskíggja
Gudstænastan og løgmansrøðan á stórskíggja
Tórshavnar býráð skipar fyri, at tað ber eisini til at síggja gudstænastuna og løgmansrøðuna ólavsøkudag í Vágsbotni
Mynd: Tórshavnar kommuna, Vágsbotn
27.07.2017 - 15:07
Ólavsøkudag kl.11 ber til at síggja ólavsøkugudstænastuna í Havnar kirkju á stórskíggja við trappuna í Vágsbotni.
Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikar.
Tá ið skrúðgongan við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólkum fer úr Dómkirkjuni niðan á Vaglið, er skíggin sløktur, og fólk fara á lýða á ólavsøkukórið, ið syngur undir tinghúsinum.
Tóra Vestergaard stjórnar kórinum.
Tingið verður sett klokkan 13, og tá fer løgmaður at halda sína røðu.
Hesa løtuna er stórskíggin við trappuna aftur tendraður, og tað ber til at fylgja við ólavsøkurøðu løgmans.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV