- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjýtur upp at leiga út skattafrítt
Tað er stórur tørvur á bústøðum í Føroyum.
Ein orsøk er, at føroyskir leigarar kappast við útlendsk ferðafólk um bústað. Í Føroyum eru tað fleiri, sum heldur vilja leiga sína íbúð til AirBNB.
Tað eigur landsstýrið at gera nakað við, heldur borgarstjórin í Havn, Annika Olsen.
- Vit kunnu kanska eggja fólk til at leiga út til føroyingar ístaðin, um tað verður skattafrítt, heldur hon, ásannandi at longu í dag ber til at draga mest sum allar útreiðslurnar frá í skatti, tá tú leigar út.
AirBNB er eitt tvíeggjað svørð
AirBNB er í løtuni eitt tvíeggjað svørð, heldur borgarstjórin í Havn.
Einumegin er AirBNB við til at lofta avbjóðingunum, sum ferðavinnan hevur við sær. Øðrumegin veit hon, at fólk hava trupult við at leiga íbúðir eitt longri tíðarskeið.
- Tí eiga vit at kjakast um tað ikki er lættari at gera tað skattafrítt at leiga út, skjýtur hon upp.
- Tað vil siga, at eigur tú eina kjallaraíbúð og leigar hana út í eitt ár, so verður tað skattafrítt, sigur Annika Olsen.
Brýtur tú ikki tá við eina grundleggjandi fortreyt í okkara samfelag, at tú rindar skatt av tí, tú tjenar?
- Jú, tað kanst tú siga, men avbjóðingin er so stór í løtuni, at vit mugu gera okkurt. Vit mugu økja um fólkatilflytingina, og eydnast tað, so fáa vit fleiri skattainntøkur. So tað kann loysa seg, heldur Annika Olsen.
- Eg sigi ikki beinleiðis, at hetta er tað rætta stigið at taka, men tað er í øllum førum vert at umhugsa, skoytir hon uppí.
Kim er fluttur
Ein teirra, sum kennir sviðan av AirBNB, er fjølbroytta tónaskaldið Kim Kristensen.
Hann hevur búð í Føroyum í átta ár, men hann misti fyri kortum sín leigubústað, tí íbúðin skuldi leigast út til AirBNB.
Nú hevur hann sagt starvið frá sær sum tónleikalærari á Musikskúlanum og er fluttur aftur til Danmarkar, har hann leitar eftir arbeiði.
- Tað harmist eg um, tí tað gekk væl í Føroyum, sigur Kim Kristensen í telefonini úr Danmark.
Orsøkin til, at útleigarin segði leigusáttmálan upp var í fyrstu syftu ikki AirBNB. Men seinni kom Kim sjálvur fram á íbúðina á heimasíðuni hjá AirBNB.
- Prísurin, sum íbúðin kann leigast fyri á AirBNB, er fimm ferðir so stórur sum tað, eg rindaði fyri íbúðina, ásannar hann.
Fyrstu fimm árini, hann var í Føroyum, helt hann til í átta ymsum íbúðum.
Nú leigusáttmálin var uppsagdur, stóð honum í boði at fáa eini hús í Klaksvík fyri fyrst, men hann tímdi illa at koyra millum Klaksvík og høvuðsstaðin hvønn dag. Hann kundi eisini fáa eitt lítið hús í Havn í styttri tíðarskeið, men tað vildi hann ikki, tí hann vil hava fastan bústað.
- Tað hevði eg sjálvandi ikki kunna liva við í longdini, sigur Kim Kristensen.
Kenna ikki avbjóðingina í tølum
Í býráðnum í Havn vita tey ikki vissu, hvussu stór avbjóðingin við AirBNB er.
- Vit hoyra frá fólki, at tað er ein avbjóðing, at tey ikki fáa eina leigubústað, men vit vita ikki við vissu, hvussu stór avbjóðingin er við AirBNB, sigur hon.
Tórshavnar kommuna arbeiðir nú við at gera ein bústaðarpolitikk.