- Tíðindi, mentan og ítróttur
Streymur drap neyt
Eftir at ein elektrikari hevur kannað rúmið, har sum átta kýr og ein tarvur doyðu í gjáramorgunin, er niðurstøðan tann, at elskipaninin er orsøkin.
Neytini hava fingið stoyt, tá tey til dømis hava fingið sær at eta. Neytini í einum øðrum rúmi í sama húsi eru á lívi. Tað var klokkan 10:30 í gjár, at boð komu av Norðoyri á Borðoynni, at níggju neyt lógu deyð.
Óvist um neytini vóru sjúk
Ikki er talan um vanrøkt ella um, at nakar hevur gjørt seg inn á neytini, sigur politiið. Fóðrið er heldur ikki orsøkin ella skaðilig luft í rúminum.
Ikki er tó greitt enn, um sjúka kann hava beint fyri neytunum. Tað skuldi møguliga kannast, áðrenn neytini blivu brend á Hagaleiti í gjár.
Men nú í morgun hevur politiið fingið at vita frá elektrikaranum, sum hevur kannað elskipanina í rúminum, har neytini gingu. Hon var í slíkum standi, at hon kann hava beint fyri teimum níggju neytunum.