Starvið lýst leyst aftur

Starvið lýst leyst aftur
Starvið, sum stjóri í SALT á Drelnesi, er nú aftur lýst leyst. Fíggjarmálaráðið var ikki nøgt við mannagongdina, tá søkt varð eftir stjóra í 2016
Nú verður aftur søkt eftir stjóra til SALT á Drelnesi. Bara ein umsøkjari var, tá starvið varð lýst leyst tíðliga í fjør
 
17.07.2017 - 16:41

Starvið varð lýst leyst tíðliga í 2016, men tá var bara ein umsókn. Fíggjarmálaráðið var ikki heilt nøgt við mannagongdina, og tí varð avgjørt, at starvið skuldi lýsast leyst aftur, og tað verður so gjørt nú.

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Tænastumannafelagið og Lønardeildina á lønarstigi 36. Tað svarar til 43.324 krónur um mánaðin, umframt 15 prosent í eftirløn.

Miðað verður eftir, at starvið sum SALT-stjóri verður sett 1. oktober ella eftir nærri avtalu, sæst í starvslýsingini. Umsóknarfreistin er hósdagin, 17. august klokkan 12:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209