- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin at mótmæla er týsdagin
Útvarpið skilir, at fleiri fólk á Skála fara at skriva undir eitt felags mótmælisskriv, sum heitir á Runavíkar kommunu um at bíða við verkætlanini.
MEST ætlar at byggja eina risastóra høll oman á dokkina, sum verður hægsti bygningur í Føroyum, og sum fer at síggjast aftur í landslagnum.
Høllin verður 40 metrar høg, 129 metrar lang og 34 metrar breið.
Tann 23. mai vóru útivið 500 fólk á borgarafundi á Skála. Á fundinum fegnaðust fólk um virksemið, sum Mest ætlar at hava á skipasmiðjuni á Skála, men onnur óttaðust fyri, at høllin fer at skemma bygdina og taka útsýnið frá fólki.
Tá almenna hoyringin er liðug týsdagin, fer býráðið í Runavík at taka støðu til umsóknina um byggiloyvi.
Borgarstjórin Torbjørn Jacobsen segði á borgarafundinum, at gongur alt eftir vild, so verður endalig avgerð tikin um byggiumsóknina í hesum árinum.