- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fingu ikki viðhald
Fingu ikki viðhald
Kaldbaksfólk, ið kærdu Tórshavnar kommunu, fingu ikki viðhald frá Innlendismálaráðnum í kæruni um grótið eystan fyri Sundsá
13.07.2017 - 08:37
Innlendismálaráðið sigur í avgerðini, at økið eystan fyri Sundsá var hvørki partur av Kaldbaks kommunu ella Tórshavnar kommunu, tá kommunurnar løgdu saman í 1977.
Tá fór Sund eisini upp í Tórshavnar kommunu. Innlendismálaráðið sigur, at økið var partur av Hoyvík, sum seinni legði saman við Tórshavnar kommunu.
Tað var árið eftir, í 1978. 77 fólk í Kaldbak skrivaðu undir kæruna um Tórshavnar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV